Mótm?listiltak: Black lives matter – eisini í F?royum

Amnesty International F?royar stuelaei tiltakinum um rasismu. Eitt evni, sum eisini er átrokandi at varpa ljós á her heima í F?royum.

Vit? lata her oreini hjá teimum, sum upplivae hetta, tala her.

Jasmin Mote


Tá ie Marianna nevndi, at tey fóru at skipa fyri einum BLM-tiltaki, og um vit vildu vera vie og koma at sp?la n?kur l?g, so var ongin ivi. Hon nevndi eisini, at eg gjarna mátti siga n?kur ore, og í byrjanini var eg sodan: Nei, eg vil helst ikki vera í front upp á tann mátan, so vil eg heldur kempa friearliga. Eg kom skjótt til ta konklusiónina, at um eg ikki kundi tosa, hv?r skuldi so tosa fyri meg og ?ll hini her í F?royum?

Tíein er komin til at siga frá.

Sum lítil fann eg skjótt útav, at har var ein munur millum meg og hini, eg gekk í flokki vie í lítla Vestmanna.

Sum teenagari fann eg skjótt útav, at fólk sum eg í ymiskum situatiónum blivu behandlae annarleieis.

Og sum ung kvinna fann eg skjótt útav, eg ikki bara kundi tiga. Tae er tí, eg standi her í dag.

Eg eri klár yvir, at flestu minnilutar hava havt upplivingar, har tey sita eftir vie einari kenslu av at vera ?ervísi og at f?la seg forkert. Vegna hendingarnar runt um í vereini hesa seinastu tíeina, og tí eg kenni meg aftur í tí, havi eg í dag valt at hava fokus á rasismu vegna húearlit.

At vaksa upp sum myrkur í F?royum er betri enn so nógva aerastaeni í vereini. Men tae merkir ikki, at tae bara hevur verie gott. Eg havi ongantíe verie útsett fyri grovan hareskap ella ógvusliga sjikanu.

Tíbetur.

Men eg havi, síeani eg var lítil, verie útsett fyri gerandisrasismu, og tae slítur. Tí tae er so r?euliga ringt at siga frá, um mann skal gera tae einsamallur – serliga sum barn og ung – tá ie tae st?rsta ynskie er at passa inn saman vie ?llum hinum og vera partur av bólkinum. Tá hevei eg ikki ein gong ore fyri, hvat eg bleiv útsett fyri, men bleiv bara ordiliga kedd og f?ldi meg forkerta. Og so skammaei eg meg.

Tí segei eg alt ov sjáldan frá sum barn og ung. Eg hevei eingi ore, onga mótreaktión – einans eina rúgvu av tárum, nógv av teimum innantanna, og so enn meira skomm.

Tae er torf?rt hjá m?r at fortelja um mínar upplivingar, tí tae er so sárb?rt og er forbundie vie nógva skomm. Men eg vil gjarna fortelja um mínar upplivingar og upplivingar hjá ?erum, sum eg kenni. Nógvar av upplivingunum sum yngri havi eg fortrongt. Men eg havi havt vitnir í lívinum, sum kunnu fortelja m?r um tae.

Mamma mín hevur m.a. fortalt um eina hending, tá ie eg var 6 ára gomul. Barnagareurin skipaei fyri jólahugna fyri familjunum. Vit skuldu upp á scenuna at syngja nakrar jólasangir, og eg var so spent og stolt um hetta. Eg stóe fremst á scenuni. Meean vit sungu, teskaei ein drongur aftanfyri inn í mítt oyra: ”Tú líkist runu!” Eingin sá nakae á m?r, meean eg stóe har, men aftaná kom eg tútbr?landi oman til mammu.

Mamma hevur eisini fortalt m?r um systur mína, tá ie hon var um eini 3–4 ár. Eitt kv?ldie, tá ie hon legei hana at sova, bleiv hon nakae so kedd og gr?t illa. Tá handlaei tae um, at onkur b?rn í barnagareinum h?vdu nevnt hennara húearlit, og knappliga gekk tae upp fyri henni, at hon ikki var líka sum hini. áerenn hesa hendingina hevei hon slett ikki hugsae um tae.

Eg kann fortelja um ein lítlan drong, sum eg kenni, sum kom heim úr barnagareinum og alla tíeina vildi vaska s?r um hendurnar. Eingin skilti hví. Eftir hondini funnu tey út av ors?kini. Ein drongur á stovuni hevei spurt hann, hví hann hevei so skitnar hendur, tí hann var brúnur. Teir vóru 4 ár, tá ie tae hendi.

Eg kann sum teenagari og ung fortelja um óteljandi upplivingar í byarlívinum, har onkur kemur yvir og hevur t?rv á líka at fortelja m?r, at ”tú ert fanin meg ikki f?royingur”, ella at ”tú ert ein sovorein nekari”, og samstundis siga, at ”eg eri ikki rasist”.

Eg minnist serliga eina hending, har eg akkurát hevei gj?rt m?r langar fl?ttur. Eg var so glae og fór í byin. Ta einu l?tuna stóe eg og prátaei vie tveir vinmenn hjá m?r í Kovanum og drakk ?l. ’Out of nowhere’ kemur ein maeur til mín og sigur: ’’Ert tú afrikanari ella okkurt sovoreie har?’’ Eg sigi: ’’Hvat meinar tú?’’ og hann sigur aftur: ’’Tí tú hevur fucking ljótar fl?ttur’’. Eg fari í svart, og fyri at vera erlig, so minnist eg ikki ein gong, hvat hendi aftaná, ella hvat eg svari aftur. Eg minnist bara, at eg fari at rópa eftur honum, og knappliga er tae eg, sum f?li meg flovva, tá ie tae átti at verie hann. Har stóeu onkrir vinir vie síeuna av m?r. Tey blivu so bilsin, at tey einki s?gdu. Tae var, sum tey ikki trúeu, at hetta kundi henda her. I hasari st?euni hevei eg ynskt, at onkur, sum var vie m?r, segei frá, so eg ikki skuldi standa sjálv og siga frá og f?la meg flovva.

Eg kann fortelja um pápa mín, sum seinast í 80-unum júst var komin til F?royar og bleiv sligin nieur í bynum av n?krum ungum monnum, hann hevei tosae vie. Hann breyt kjálkabeinie.

Eg kann eisini fortelja um pápa mín, sum var á H?vuebanagareinum í Keypmannahavn og bleiv handtikin fyri ikki at hava billett til tokie. Hann bleiv settur í detentiónina í 12 tímar uttan m?guleika fyri at siga vie mammu, hvar hann var.

Eg kann fortelja um heilt ungar afrikanskar, eysturlendskar og gr?nlendskar kvinnur, sum í bynum óuppfordraear verea spurdar av vaksnum f?royskum monnum, um t?r vilja koma heim vie teimum í song og fáa pengar afturfyri.

Og so kann eg fortelja um eina hending í gjár, sum nógv av tykkum nokk longu hava lisie um á Facebook. Til tykkum, sum ikki hava lisie, kann eg fortelja, at …

Eg segei í byrjanini á taluni, at eg ongantíe hevei verie útsett fyri álvarsligan hareskap og ógvusliga sjikanu. Frá í gjár kann eg siga, at eg havi verie útsett fyri ógvusliga sjikanu, sum eg metti, hatta var.

Eg kundi fortalt nógvar aerar s?gur um meg og aerar minnilutar.

Vit kunnu spyrja okkum sjálvi, hvussu slíkar upplivingar frá barnsbeini ávirka b?rn, ung og vaksin. Hvat ger tae t.d. vie identitetin hjá teimum – at vera úti fyri slíkum upplivingum, serliga í ungum aldri?

Aftur at upplivingunum kemur at vera vitni til útsagnir og kjak í almenna rúminum og ikki minst á sosialu mielunum, og hvat tae ger vie ein.

Eg kann fortelja um ta fereina, tá ie onkur gj?rdi eina kanning úti á Facebook, har fólk skuldu siga, um tae var r?tt ella skeivt at brúka oreie ”nekari”. H?vuesparturin av ?llum, sum svaraeu, segei, at tae ikki var skeivt at brúka oreie. Eingin spurdi tey eftir, sum tae handlaei um, hvussu tae upplivist at blíva kallaeur nekari. Tey settu ikki spurnartekn vie, hví oreie kann vera s?randi fyri nógv, og hv?r s?ga langt aftur í tíeini liggur aftanfyri.

Vie árunum er tae ikki blivie l?ttari fyri meg at hoyra oreie nekari, antin tae er brúkt móti m?r ella ?erum. Eg kann l?ra at styra mínari reaktión, men eg fái enn sama klumpin í búkin hv?rja fere.

Tae er so sanniliga ikki blivie l?ttari í hesum tíeum, tá ie tae vereur tosae nógv um, at nú ”blíva fólk krenkae fyri eitt gott ore – tey tola einki av”. í Danmark er eitt nytt ore komie í brúk, sum lysir tae – ”kr?nkelsesparathed”.

Hetta ger tae ikki l?ttari hjá m?r og ?erum at siga frá, tí aftur at rasismuni kunnu vit risikera at verea ák?rd fyri at vera ”kr?nkelsesparat”. Hetta ger, at vit ikki einans skulu uppliva rasismu, men eisini fáa ábyrgdina av rasismuni lagda á okkara herear, sum ber nógva skomm vie s?r.

Tae er hart at vera vitni til tae, sum er hent í Amerika seinastu tíeina. Og flest ?ll eru samd um, at tae, sum hendi vie George Floyd, var forferdiligt og skeivt. Nógv kenna maktarloysi og vita ikki, hvat tey skulu gera. Tey seta kanska ein svartan fyrakant á facebook og fara so víeari í gerandis trummirumminum.

Fyri meg og onnur er st?ean ein heilt onnur. Síeani eg fyrstu fere sá filmklippie, har politisturin situr vie fullari vekt vie kn?num á hálsinum á George Floyd í meira enn 8 minuttir, og vit ?ll vóru vitni til, at hann l?t lív, havi eg gingie heilt vie síeuna av m?r sjálvari. Eg skifti ímillum at f?la stóra sorg, at gráta, at vera kedd, at vera ill, at vera rasandi, at uppgeva, at vilja ryma frá ?llum og so at vilja kempa.

Eg kann blíva bangin um meg, beiggja mín, systrar mínar, pápa mín og tey smáu b?rnini í familjuni. Ikki minst verei eg bangin um mína framtíe og tá ie eg einafere sjálv fari at fáa b?rn. Eg vil ikki, at nakar skal uppliva hetta.

Her heima vereur oftae tosae um, UM tae finst rasisma í F?royim. Nieurst?ean er sum oftast, at ”tae man ikki vera so galie”. Sum eg nevndi í áeni, so hava F?royar verie eitt betri stae at búgva enn so nógva aerastaeni. Men hendingar sum hesar, eg havi nevnt, seta seg ?giliga djúpt í sálina og fylgja einum restina av lívinum. Tí skulu vit eisini gera upp vie gerandisrasismuna, sum fyri nógv kann virka eitt sindur óskyldig. Men fyri okkum, sum tae gongur út yvir, er hon ikki óskyldig.

Tae finst eitt sitat, sum sigur: ”Einki um okkum uttan okkum”. áerenn ein sum meiriluti vil úttala seg um, UM tae finst rasisma í F?royum, so spyr tey, sum tae handlar um. áerenn ein sum meiriluti kann siga nakae um, hvat er krenkandi fyri ein minniluta – so spyr minnilutan, hvat tey uppliva er krenkandi.

Um eg skal geva f?royingum n?kur góe ráe, so er tae fyrsta góea ráeie at góetaka, at rasisma finst í F?royum. Tit skulu góetaka og trúgva okkum, tá ie vit fortelja, hvat hendir okkum í gerandisdegnum.

Tae n?sta góea ráeie er, at tá ie tit uppliva rasismu móti m?r og ?erum, so
ikki bara yvirlata tae til mín at forsvara meg, men at tit eisini siga frá og brúka tykkara privilegii sum meiriluti. Tae hevur tydning, at ”meirilutin” í landinum sigur frá, tá ie tey uppliva gerandisrasismu. Tae harea og krevjandi arbeieie er ikki einans fyri okkum vie myrkari húe.

Eg havi sjálv eisini eitt privilegii. Eg eri av blandaeum uppruna og havi tí eisini nakrar fyrimunir fram um onnur, sum hava myrkari húe enn eg. Soleieis er veruleikin.

Eg vil gjarna takka fyrireikarunum fyri at skipa fyri hesum tiltakinum. Tae hevur stóran tydning fyri meg og nógv onnur. Eg vil eisini takka fyri m?guleikan at sp?la tónleik saman vie mínum bandi. Ikki minst vil eg takka fyri m?guleikan at siga hesi oreini her í dag.

Sum eg segei, so er tae sera sárb?rt, men eg velji at gera tae fyri at standa upp fyri meg sjálva, pápa mín, beiggjar mínar, mínar 3 systrar og mínar komandi eftirkomarar. Eg geri tae eisini fyri ?ll tykkum, sum vegna tykkara húearlit eru úti fyri rasismu, og sum ikki f?la, tit hava eina r?dd.

Michael Anthony Charles


Góean dagin,

Mín s?ga byrjaei, tá ie eg fere aftaná fere var komin grátandi ella óeur heim til fastur mína í Skopun, og eg fortaldi, hvat hini b?rnini í bygdini h?vdu sagt ella gj?rt. Fastir mín segei nakae vie meg, sum hevur fylgt m?r restina av mínum lívi. “Tae eru ikki ?ll, sum tú m?tir, sum vilja t?r tae gott.” Hesi oreini fyrireikaeu meg til, at mítt lív fór at vera ?ervísi enn hjá ?erum. Tae var her, at eg sjálvur sá, at eg ikki var sum ?ll hini.

Hesi oreini gj?rdu eisini, at eg fekk harea húe, og tá b?rn ella vaksin s?gdu okkurt rasistiskt, so lat eg tae ikki ávirka meg. Men hetta er sjálvandi ein lygn. Eg havi ikki latie tae ávirkae meg sjónliga, men innast inni hevur hv?r hending og hv?rt ore sett seg djúpt.

Eg eri oftani blivin spurdur, um rasisma er til í F?royum, og um eg nakrantíe havi upplivae nakae. Eg havi n?stan altíe svara, “jú, men tae er ikki so ringt, sum aerastaeni.” Tae er eitt svar, sum sigur eitt sindur um, hvar eg komi frá, og hvat eg havi vant meg vie.

Eg flutti til Danmarkar fyrstu fere, tá eg skuldi ganga í 9. flokki. í Jyllandi upplivdi eg fyri fyrstu fere at vera bangin orsakae av mínum húearliti. Fyrsta skúlaballie, eg var blivin bjóeaeur til, var ein bólkur á 10 dreingir, sum vildu buka meg av, og eg noyddist at ringja eftir pápa mínum og bieja hann koma eftir m?r. í hesum skúlanum upplivdi eg eisini fyrstu fere at verea útsettur fyri rasismu í einum fótbóltsdysti. Eg segei tae ikki vie nakran, tí hv?nn skuldi eg siga tae vie. Tae var bara eg, sum var myrkur, og hv?r kann skilja, hvussu eg veruliga hevei tae.

Eg kláraei bara at ganga á skúlanum í einar 4 mánaeir, og so fór eg aftur til F?royar. Aftur til ta rasismu, eg var vanur vie. Nekarakiss og nekari róp frá b?rnunum. Hyggerasisma, sum vereur goymd undir einum “nei, eg meini tae ikki seri?st” og “eg tv?tli bara”. Fólk, sum vilja nerta vie krúllurnar og fortelja m?r, hvussu tey altíe h?vdu ynskt, at tey h?vdu krúllur – uttan at vita, at vie krúllunum fylgir eitt menniskja vie, sum gj?gnum sítt lív hevur verie útsettur fyri b?ei hatur, mismun og happing grundae á sín húearlit.

Tá eg havi sagt “Tae er ikki so ringt, sum aerastaeni”, hevur tae verie ein máti at drepa samr?euna. Ein máti at verja meg sjálvan og ikki grava í gomlum sárum. Eg skal vera sterkur, eg skal vísa, at eg eri sterkur, og eg skal vísa, at tae ikki hevur vunnie á m?r.

Men tae er at ganga vie einari masku, altíe at skula sp?la sterkur. Tí eingin er sterkur allatíe, tae er ógj?rligt, og tae er ikki ein sunnur máti at liva uppá. Eg hevei ynskt, at eg hevei sagt okkurt, spurt um hjálp, ella gj?rt vart vie tae, so onnur heldur ikki f?ldu, at tey stóeu einsam?ll, tá tey komu út fyri rasismu. Tí haldi eg, at hetta tiltakie er eitt fantastiskt h?vi at síggja, at man ikki stendur einsamallur, og at tae faktiskt eru fólk, sum standa saman vie t?r.

Tiltakie í dag er ein r?rsla, ein uppreistur móti rasismuni. Black Lives Matter vísir á, hvussu rasisma kann breiea seg sum krabbamein í einum samfelagi, um eingin steegar henni. Tí hava vit brúk fyri at siga frá.

Vit kenna alt ov v?l, hvussu vit í F?royum ofta ikki hava hug at tosa um tey keeiligu tingini, vit feia tae undir teppie. Vit lata rasistiskar viemerkingar liggja, tí vit ikki orka at taka kampin. Avleieingarnar av tí er, at einki vereur broytt, og onnur sum eg stríeast einsam?ll.

Tí vóni eg, at ?ll vit, sum eru her í dag, hava orkuna og viljan at siga frá og at taka kampin, tá hann er har. Einasti mátin, vit kunnu berjast móti rasismuni í F?royum, er at kjakast um hana, gera vart vie hana, og íein berjast ímóti henni.

Takk fyri.

Ingilín D. Str?m


Tae er ringt at velja oreini í dag. Kanska serliga tí hevei eg hug at siga nei, tá ie Marianna ringdi og bae meg koma. Tí tae er akkurát tae mótsetta av tí, ie eg sjálv f?li, at eg burdi gj?rt. Eg f?li, at verein sigur m?r, at eg sum priviligerae og hvít skal fyri eina fere skyld tiga, lurta, l?ra og stuela treytaleyst. Tí tae er milt sagt dupultmoralskt at standa her og halda eina talu um, at eg skal lurta, l?ra og stuela. Og tó …

Samstundis dugi eg at skilja, at tae er neyeugt at fáa bóltin á rull, at tosa um hesi tingini. At lufta, at eg sum hvít ongantíe havi skulae tikie st?eu til mína egnu rasu, men havi livae í einum skraddaraseymaeum samfelag til júst mín, sum er innbúgvie rasistiskt, uttan at vit geva okkum far um tae. Og vissi tae skal vera skraddaraseymae til onnur enn hvít, so skulu vit fáa eyga á og útrudda rasismuna, aktivt.

Mantraie má vera, at tae er ikki nokk bara at vera ikki-rasistur. Vit skulu vera aktivt anti-rasistar. Listafólkie Banksy haldi eg hevur megnae at lysa sinnisst?euna v?l:

“í fyrstani hugsaei eg, at eg skuldi tiga og lurta eftir sv?rtum fólki um hetta. Men hví skuldi eg gj?rt tae? Hetta er ikki teirra trupulleiki. Hetta er mín trupulleiki. Systemie svíkur litt fólk. Tae hvíta systemie. Sum eitt brotie r?r, sum f?r vatnie at seyra inn í íbúeirnar nieriundir. Hesin trupulleikin ger lívie hjá teimum, sum búgva nieriundir, óliviligt. Men tae er ikki teirra trupulleiki at fáa greieu á. Tae kunnu tey ikki – ongin lovar teimum inn í íbúeina uppiá at gera tae.

Hetta er ein hvítur trupulleiki. Og um hvít fólk ikki orena tae, so má onkur koma uppá og sparka hureina inn.”

Vit eru her orsakae av eskalering av politihareskapi mótvegis sv?rtum í USA gj?gnum nógv ár. Vit sóu til fulnar drápie á George Floyd á okkara telefonum, teldum, heima í stovunum. Politisturin, hesin álitispersónurin. Hvat f?r hann at hugsa, at tae, sum hann ger, er ókey? Tae er rasisma. Tae er, at lívie hjá honum, sum liggur og stríeist og fere eftir fere sigur, at hann ikki f?r andae, er minni vert enn lívie hjá politistinum, ie heldur kn?ie nieur á hálsin. Ella politistarnir, ie brutu inn í íbúeina hjá Breonnu Tyler og myrdu hana. Ella Tony McDoyd, ie politistar skutu uttan grund tveir dagar eftir George Floyd. Uttan konsekvensir. Tae er eingin onnur forkláring. Eingin. Tae er rasisma í heilum líki beint fyri eygunum á okkum. Og hetta eru bara tey d?mini, vit kunnu nevna innan seinastu mánaeirnar, ie hava verie í tíeindunum, og har avleieingin var fatal. Men hvussu nógv onnur d?mi eru? Hvussu stór er útbreieslan av ór?ttvísi mótvegis sv?rtum?

Tae er ringt at tala út frá n?krum, sum mann f?r so ógvusligar kenslur av. Sum ristir í tae innasta í okkum – okkara fatanir av, hvat er r?tt og skeivt. Tí tae er ongin av okkum, sum ivast í, at tae at drepa ósek er skeivt. Vit verea ill, kedd, frustrerae. Tae er orka. Sum kann umsetast til at brúka í okkara egna n?rumhv?rvi.

Tí kúgan, hatur og ór?ttvísi kennir ikki landam?rk. Heimurin er bundin saman.

Hetta hatrie í F?royum s?st sum speirekandi viemerkingar á netinum, í skúlagareinum, í skiftingarrúminum, – og vit skulu ikki bara vera ímóti hesum og tiga. Hatur má temjast vie konfrontatión, sannleika og tí góea.

Hatur má ikki fáa pláss at vaksa seg sterkt.

Eg vil siga eitt sindur um politiska korrektheit. Og sartheit. Tí tá ie vit ?ll fara í holt vie at tala at vie familjud?gureaboreie ella í kantinuni, fara vit at fáa at vita, at vit “ikki skulu vera so sart”. Fyri tae fyrsta: Um tae ikki skal meir til enn ein lítil r?ttleieing at oyeileggja góea stemningin – hv?rji eru so sart? Fyri tae n?sta, er tae sart aktivt at arbeiea ímóti ór?ttvísi? Og hvussu innilukkae og veruleikafjart er eitt samfelag, sum brúkar politiska korrektheit sum skeldsore? So komfortabul í okkara hyggerasismu, sum allíkav?l er so sart, at ein lítil r?ttleieing koppar henni.

Um vit suma heilt út. Heimurin í dag. Vit eru ?ll partur av rasistiskari kúgan hv?nn dag – vit útnytta tilfeingi og arbeiesmegi til at verja og ?kja um yvirflóe av v?rum og v?kstur, venda blinda eygae til kríggj og ófrie. Vit eru so avskorin frá heiminum, at vit halda, tae er í fínasta lagi vie eini “Nei til flóttafólk”-kampagnu, ie tapetserar allan byin, og ?kja ótarnae og uttan at blunka um okkara forbrúk, tí vit simpulthenn eru von at síggja myndir av sv?ltaeum b?rnum, av druknaeum líkum, ie skola upp á strendur, av skógareldum, av flóttafólkalegum og slummum.

Vit eru von vie, at heimurin fortelur okkum, at summi lív eru meir verd enn onnur. Hví góetaka vit tae? Hví halda vit, at tae er soleieis, tae skal vera? Hví eru vit von og uppald til at góetaka nakae, sum er so ringt at sv?lgja, um vit siga tae hart?

Vit eru úrslit av hesi heimsfatanini, hesum mynstrunum. Og sjálvandi seyrar tae eisini ígj?gnum okkara samfelag. Sum rasisma, ótilvitae og tilvitae í okkum ?llum, sum ein sótt. Og tae er bara eitt at gera. Eina nullstrategi mótvegis rasismu. Og í dag byrja vit hesa nullstrategiina. Vie at siga, at eisini vit priviligeraeu hava ábyrgd. At rasisma ikki er v?lkomin her.

Tí automatiskt hatur og kúgan er ikki nakae, sum er innbygt í okkum sum persónum. Sonur mín, sum er try ár, spurdi meg herfyri: “Mamma, hvat er at hata?”. K?rleiki, rúmligheit og viljin til at betrast eru innbygd í okkum. Tae skulu vit lata seyra gj?gnum samfelagie.

Ymiskt at lurta eftir og hyggja at:


Breddin vieger rasismu:?Prátie byrjar 17:21?https://kvf.fo/breddin?sid=ü09954

Eydna Cecilia Dalsgaard og Marianna Winther Nagata práta um rasismu í Nón:https://kvf.fo/non?sid=109950

ALLYSINGAR


大香伊在人线观看_99大香伊在人线免费_大香伊在人线国产69